Um okkum

Yndifitness 15 ár

Byrja tína venjing
hjá okkum.

ORKA

Orka er holdvenjing fyri øll tey, ið vilja fáa nakað burturúr hvørja ferð.

Styrkilyfting

Sí kunning um komandi tiltøk og kappingar í styrkilyfting

Styrkivenjing

Øll venjing, sum ber í sær mótstøðu, sum ein partur av venjingini.

Yndifitness – Síðan 2004

Síðan 2004 hevur Yndifitness verið ein fastur partur av føroyska venjingarumhvørvinum. Í meira enn tvey áratíggju hava vit skipað karmar um venjing, heilsu og felagsskap. Gjøgnum árini hava nógv ymisk fólk gingið inn og út um okkara dyr, og vit eru errin av at verða eitt stað, har fólk hava kunnað ment seg, rokkið síni mál og verið partur av einum sterkum felagsskapi.

Yndifitness hevur eisini gjøgnum árini stuðlað føroyskum ítrótti og ítróttarfólki innan fleiri ymiskar greinar. Her kunnu nevnast bodybuilding, styrkilyfting, fótbóltur, hondbóltur, frælsur ítrottur og mangt annað. Vit hava altíð havt áhuga fyri føroyska ítróttarumhvørvinum og eru errin av at hava verið við til at stuðla teimum, sum leggja nógva orku og tíð í sín ítrótt.

Men Yndi er nógv meira enn venjing og ítróttur.

Ein týðandi partur av okkara samleika er felagsskapurin. Í okkara kaffikróki hava óteljandi fólk gjøgnum árini drukkið sær ein kaffimunn, prátað um leyst og fast og notið góðar løtur saman. Her møtast fólk tvørtur um aldur, áhugamál og bakgrund, og er tað júst hesin parturin av Yndi, sum ger upplivingina serliga.

Hjá okkum snýr tað seg ikki bara um at møta upp fyri at venja, men eisini um at møta menniskjum, fáa eitt gott prát og kenna seg sum part av einum felagsskapi.

Vit bjóða øllum vælkomnum – bæði royndum íðkarum og teimum, sum eru nýggj í venjingarumhvørvinum. Hjá okkum er pláss fyri øllum, og vit leggja stóran dent á, at hvør einstaklingur skal kenna seg vælkomnan og trívast.

Vit bjóða góðar umstøður til styrkivenjing, konditiónsvenjing, liðvenjing og aðrar venjingar. Men óansæð um málið er at gerast sterkari, betra um konditiónina, røkja heilsuna ella bara at fáa eina góða løtu saman við øðrum, so er Yndi eitt stað fyri teg.

Yndifitness – síðan 2004. Meira enn venjing.

hvat siga okkara kundar

Ummæli í alt

Comments Box SVG iconsUsed for the like, share, comment, and reaction icons
10.02.2023

Tað er eitt framúrgott umhvørvi at koma í Yndi, alskyns møguleikar at venja fyri øll. Starvsfólkini eru hjálpsom og fyrikomandi... Sí meiraSí minni

03.04.2021

Deiligt stað, nógv parkeringspláss, fitt starvsfólk og alt man hevur brúk fyri 👌... Sí meiraSí minni

07.02.2021

Besta fitness sentur í Føroyum.... Sí meiraSí minni

22.06.2020

Gott at byrja dagin í Yndi 🏋🏻‍♂️💪🏻... Sí meiraSí minni

05.06.2020

Orka is a great workout three times a week.... Sí meiraSí minni