Handilstreytir

1. Hvørji eru vit – Fyritøku upplýsingar:

YndiFitness
Sundsvegur 6
CVR/V-tal: 598658
Telefon: +298 311311
E-mail: yndi@yndi.fo

2. Handilstreytir online

Hesar handilstreytir eru galdandi fyri keyp av limaskapið, klippikort, tænastur og møguligar fysiskar vørur umvegis heimasíðuna hjá YndiFitness og nethandil.
Við fremjan av keyp, góðtekur kundin hesar treytir.

3. Vørur og tænastur

YndiFitness bjóðar:

  • Ymiskan limaskap
  • Klippikort
  • Venjingar tænastur
  • Fysiskar vørur

Limaskapur og klippikort eru persónlig og geva atgongd til hølir og tænastur hjá YndiFitness.

4. Prísir og gjalding

Allir prísir á vørum og tænastum eru upplýstir í DKK og eru galdandi á keypstíðspunktinum.

Eitt avgreiðslugjald kann verða lagt afturat prísinum. Hetta verður kundin kunnaður um, áðrenn keypið verður framt.

Gjalding fer fram umvegis gjaldskort ella umvegis gjaldsavtalu (PBS).
Við afturvendandi gjald (gjaldsavtalu), verður goldið hvørja ferð nýggj tænasta fer fram sambært avtalu.
Gjaldingin verður handfarið umvegis skipanina hjá Flexybox ella umvegis skrásetta banka kundans.
Við fastgjaldshald, verður gjaldingin trekt sjálvvirkið í mun til skrásettu avtalu.

Á www.yndi.fo kanst tú broyta brúkaraupplýsingar og kortupplýsingar, hettar verður gjørt umvegis skipanina hjá Flexybox, Elektron og Swedbank. Kort og kontoupplýsingar verða einans goymdir hjá Flexybox, Elektron og Swedbank.

5. Limaskapur, gjalding og binding

Við stovnan av limaskap umvegis fastgjaldshald (PBS) er fylgjandi galdandi:

Har er eitt bindingarstíðarskeið á 3 mánaðar. Eftir bindingartíðarskeiðið, heldur gjaldsavtalan fram, inntil haldið er uppsagt.

  • Gjaldingin verður trekt sjálvvirkin hvønn mánaða
  • Minsti kostnaðurin er tann upphæddin, sum bindingar tíðarskeiðið minimum fer at kosta
  • Uppsøgn av fastgjaldshald, skal verða inni áðrenn tann 15. í galdandi mánaða
  • Um uppsøgn er eftir tann 15. verður tað trekt gjalding fyri komandi mánaða.

Man skal verða minimum 16 ár  fyri at tekna sær PBS hald, er man undir 16 ár krevja vit samtykki frá foreldur/verja.

6. Uppsøgn

Uppsøgn av limaskap fer fram við at seta seg í samband við YndiFitness umvegis eitt av fylgjandi møguleikum:

  • teldupost
  • venda seg til móttøkuna í Yndi Fitness, Sundsvegur 6
  • ’Yndi’ appina og á www.yndi.fo

Uppsøgnin er fyrst galdandi, tá hon er móttikin og skrásett hjá Yndi Fitness.

7. Pausa av limaskapið

Tað er ókeypis at seta haldið á pausu í styttri tíðarskeið.
Pausa av limaskapið er bert galdandi fyri limir, ið hava hesi hald:

  • Fastgjaldshald
  • 3 mánaðar hald
  • 6 mánaðar hald
  • 1 ára hald

Fastgjaldshald kann setast á pausu í minimum 1 viku og óavmarkað longd.

3 mánaðar, 6 mánaðar og 1 ára hald kann setast á pausu í minimum 1 viku og maksimum 28 dagar.

YndiFitness tilskilar sær rætt til at fastseta nærri treytir fyri pausur við ásetan av pausu.
Peningur verður ikki afturgoldin í samband við misskiljingar við fráboðanum, ið verða givnar munnligar.

8. Aftranarrættur / iðranarrættur

Tað verður sum útgangsstøðið ikki givin aftranarrætt til keyp av limaskap, klippikort og aðrar tænastur, tá hesar verða tiknar í nýtslu beint eftir keyp.

9. Fysiskar vørur

Um so er at YndiFitness bjóðar sølu av fysiskum vørur umvegis nethandilin, er fylgjandi galdandi:

  • Sending, aftursendingarrættur og endurgjaldskrav verður serstakt ásett.
  • Hesi fara at standa týðiligt í samband við keyp.

Fysiskar vørur verða einans seldar, har tað er møguligt at upplýsa kundan rætt við keyp.

10. Brúk av limaskapið

Limaskapur er persónligur og má ikki nýtast ella latast onnur.

  • Undantikið klippikort

Misnýtsla kann føra til burturvísing og/ella strikan av limaskapið uttan endurgjald.

11. Broytingar

YndiFitness skila sær rætt til at broyta prísir og treytir við hóskandi fráboðan.

13. Gjaldsskipan og data

Við keyp góðtekur kundin, at gjalding og fyrisiting verður handfarin umvegis skipanir hjá YndiFitness (FlexyBox) samt tilknýttar gjaldsloysnir og bankar.