Yoga

Yoga

Morgunyoga

Tímin byggir á Hatha yoga, har vit á ymiskan hátt vekja kroppin við andavenjingum, dynamiskum kropsligum rørslum og kropsstøðum. Tímin endar við strekking og einari styttri hvíld.

At geva gætur er eitt lyklaorð. Kropsligu rørslurnar fylgja tíni egnu náttúrligu rútmu í andadráttinum.

Tímin verður lagdur soleiðis til rættis, at øll kunnu vera við – bæði óvand og vand.

Tað eru eingin krøv um avrik, og kropsligu rørslurnar verða tillagaðar tí einstaka.

Mælt verður til at hava eina eyka troyggju at fara í ella okkurt at taka útyvir seg til styttri hvíldina.

Reglulig íðkan av yoga betrar um tilvitan, orku og vælveru í gerandisdegnum. Venjingin betrar um blóðrensl, útreinsan, sodning, kropsburð og svøvn. Eisini styrkir hon vøddar, andadrátt, nervalag og minkar um spenningar og strongd. Øktu kropsligu tilvitanina, kanst tú taka við tær til aðra venjing og gerandisdagin sum heild.

 

Undirvísari:
Marianna Vang Simonsen, yogalærari, ergoterapeutur og zoneterapeutur https://www.javnvag.fo

 

Tilmelding