VÍÐKAÐ eftirføðingarskeið
Hetta skeiði er á 6 vikur. Vit byrja við at venja kokubotnin. Síðani venja vit sirkulvenjing í uml. 45 min. við skiftandi og viðkomandi venjingum, har dentur verður lagdur á kvalitetin í venjingini hjá tí einstaka. At enda strekkja vit út. Venjingin er íalt 1 tíma.
Fyri at vera við á VÍÐKAÐ eftirføðingarskeiðnum er umráðandi, at tú hevur luttikið á vanliga eftirføðingarskeiðnum, ella lutikið á skeiðnum hjá Mariannu Vang Simonsen Javnvág við yoga, zoneterapi og ergonomi, so eg veit, at tú hevur fingið ta grundleggjandi vitanina, tú skalt hava, fyri at vera við á hesum skeiðinum.
Vant verður tvær ferðir um vikuna í 6 vikur. Mánadag og hósdag frá kl 13:15 til 14:15. Undirvísingin er í dansisalinum í Yndi.
Undirvísari: Hallgerð Bjartalíð, fysioterapeutur.
Tilmelda teg her