Útbúnaður

Yndi hevur í nógv ár samstarvað við Fitness Engros/AS, ið er størsti leverandørur í Danmark innan fitnessútgerð.

Meiri úrval sært tú her. Hevur tú spurningar ella ynskir at bíleggja, kanst tú ringja til okkum á tel. (+298) 232233 ella skriva til jakup@yndi.fo.

Air Runner

Air Runner

Air Runner gevur tær møguleika fyri einum sera góðum avriki. Rennimaskinan hevur onga hámarksferð,  og tað er tú, ið stýrir ferðini og ikki ein motorur. Tískil er Assault Air Runner góður til intervalvenjing og Tabata-venjing. Tú sleppur undan at nýta knøttar til at stýra ferðini, og  maskinan reagerar uppá broytingar í ferðini nógv skjótari enn eitt motorstýrt renniband.

Hetta hevur við sær, at Assault Air Runner gevur eina meira náttúrliga renniuppliving.

Core Ball

Core Ball

Core Ball hóskar sera væl til ymiskar venjingar sum Mindbody, Pilates, Wellness og Fitness. Core Ball kan nýtast til at styrkja vøddar í rygginum og betra um rørslur í ryggi og búki.

Skjótt er at tillaga mongdina av luft í bóltinum og tí kann hann brúkast til nógvar ymiskar venjingar.

Body Bike Classic

Body Bike Klassisk

Body Bike kom á marknaðin í ár 2000. Síðani hevur hon skarað framúr á marknaðinum fyri innandurá súkklur í Danmark. Tað, ið eyðkennir hesa súkklu er høg góðska og ómetalig haldgóðska. Hon er løtt at tilpassa brúkaranum og krevur lítið viðlíkahald og reingerð.

Vel ímillum 8 ymiskar litir

Hon fæst í 8 ymiskum litum, so tú kanst velja tær júst tann litin, ið tær dámar best; svørt, appelsin, hvít, blá, grøn, gul ella grá.

Crosstrainer

Crosstrainer

4CT crosstrainer fra Star Trac hevur eitt lætt og lítið snið og hóskar tí sera væl til smá hølir. Tú fært eisini vælkenda premium-upplivingina hjá Star Trace við litskíggja og snarknøttum. Hetta ger tað lætt og skjótt at byrja tína venjing.

Incline Bench

Incline Bench

Haldgott snið, ið er biomekaniskt rætt. Zinkbelagdar justeringsplátur.

Bak, ið kann stillast eftir tørvi. Forchromað hondtak 85°, 60°, 45°, 30°, 10°

Setur við Forchromaðum hondtaki  30°, 15°, 0°, -10°

Hondtøk og hjól tryggja, at bonkurin lættliga kann rullast vekk.

Stairmaster

StairMaster

Tann klassiski StairMaster er kendur og elskaður av fitness vitjandi, og leggur í stóran mun støðið fyri øllum øðrum trappumaskinum.

StairMaster 10G er trappumaskinan, sum tú kennir hana, men við nýggjum innovativum funktiónum, sum gera at StairMaster er sera nógv eftirspurdur í flestum Fitnessentrum.