Generelt
- Kundin hevur skyldu til at fara væl um hølini og útgerð, og um neyðugt at hava við sær eitt handklæði e.t. til at turka sveitta upp eftir sær.
- Tað er bert loyvt at nýta innandura skógvar – hetta merkir eisini, at tað verður ikki góðtikið at gingið verður frá bilinum og inn í hølini í innandura skóm. Somuleiðis er kravið at vant verður í skóm.
- Óhøviskur atburður kann hava við sær burturvísing.
- Tað er ikki loyvt at roykja inni í hølunum.
- Ein skal vera fyltur 13 ár fyri at venja í Yndi.
- Fólk, ið eru ávirkað av rúsevni, hava ikki atgongd.
- Upplatingartíðir kunnu verða broyttar, og hetta ger leiðslan av.
- Starvsfólkini gera av, hvørjar kringvarpsræsur verða spældar í hølunum.
- Limakortið er strangt persónligt. Verður tað latið øðrum at nýta, kann tað hava við sær burturvísing.
- Limir hava ábyrgd av egnum virðislutum. YNDIFITNESS tekur onga ábyrgd av virðislutum hjá limum og annars skaða, ið stendst av ósketni. YNDIFITNESS kann sostatt bara ábyrgdast, um møguligur skaði stendst av óvæntaðum breki á útgerðini.