Um okkum

Yndifitness 15 ár

Byrja tína venjing
hjá okkum.

ORKA

Orka er holdvenjing fyri øll tey, ið vilja fáa nakað burturúr hvørja ferð.

Styrkilyfting

Sí kunning um komandi tiltøk og kappingar í styrkilyfting

Styrkivenjing

Øll venjing, sum ber í sær mótstøðu, sum ein partur av venjingini.

Yndifitness er stovnað í 2004

YNDIFITNESS er ein nýmótans venjingarmiðstøð.

YNDIFITNESS hevur fleiri sjónvørp og útvarpsrásir, sum tú hevur møguleika fyri at nýta, meðan tú brúkar eina av okkara 68 konditiónsmaskinum – herímillum fleiri rennibond, cross-trainer, súkklur, rógvimaskinur, steppmaskinur.

Harumframt eru uml. 55 maskinur til vøddavenjing o.a., umframt leysar vektir og nógv annað.

YNDIFITNESS hevur 2 skiftirúm. Ein sal til konditiónsvenjing. Ein sal til vøddavenjing. Ein sal til súkkling og eisini ein 80 fermetrar sal til aerobic o.a.

YNDIFITNESS bjóðar øllum vælkomnum, gomlum sum ungum, og dentur verður altíð lagdur á tørvin hjá tí einstaka. Tað vil siga at vil onkur klænka seg, styrkja seg, bøta um konditiónina ella … ja, tað er bara at siga frá.

Ja, tú lesir rætt, vit hugsa um tín tørv, og vónandi kunnu vit eisini hjálpa tær soleiðis, at tín lísvgóðska verður enn betri.

hvat siga okkara kundar

Ummæli í alt

Comments Box SVG iconsUsed for the like, share, comment, and reaction icons
10.02.2023

Tað er eitt framúrgott umhvørvi at koma í Yndi, alskyns møguleikar at venja fyri øll. Starvsfólkini eru hjálpsom og fyrikomandi... Sí meiraSí minni

03.04.2021

Deiligt stað, nógv parkeringspláss, fitt starvsfólk og alt man hevur brúk fyri 👌... Sí meiraSí minni

07.02.2021

Besta fitness sentur í Føroyum.... Sí meiraSí minni

22.06.2020

Gott at byrja dagin í Yndi 🏋🏻‍♂️💪🏻... Sí meiraSí minni

05.06.2020

Orka is a great workout three times a week.... Sí meiraSí minni

Heinta meira...