Fá tína egnu venjingarætlan

Í Yndifitness eru útbúnir fitnessinstruktørar, ið vilja hjálpa tær at røkka tínum málum. Ein máti at megna hetta, er við hjálp av einari venjingarætlan. Hetta vilja okkara væl upplagdu fitness instruktørar fegnir hjálpa tær við.

Tað einasta tú skal gera er at printa og fylla út hetta skjal og síðani lata tað inn hjá Yndifitness, so fært tú eina venjingarætlan, ið passar júst til TÍN tørv og ynskir.

Allir okkara fitnessinstruktørar, hava fullfíggjaða útbúgving sum Fitnessinstruktør. Tí hava vit førleikarnar at geva tær júst tí venjingarætlanina, ið tær tørvar.

Kostnaðurin fyri eina venjingarætlan er 100 kr. og kostnaðurin fyri sergjørda venjingarætlan er 395 kr.

Hetta skal rindast samstundis, sum skjalið verður latið inn.

 

Vit síggjast í Yndifitness, og minst til, ein sunnur kroppur er ein virkin kroppur!