Styrkivenjing

Styrkivenjing (Strength/Resistance/Weight training) er øll venjing, sum ber í sær mótstøðu, sum ein partur av venjingini. Styrkivenjing kann venjast við t.d. leysum vektum, maskinum, elastikki ella bara við tínari egnu likamsstyrki.

Styrkivenjing er ein góður máti at avreagera uppá og er sostatt ein góður avstressari.

Styrkivenjing fær heilan at senda vælveruevnið endofin út í kroppin. Hetta evnið fær ein at føla seg glaðan og avslappaðan.

Eitt tað týdningarmesta við styrkivenjing er, at tú hevur so mikið stórt yvirskot í gerandisdegnum, at tú varnast skjótt, at tú klárar uppgávur, sum tú hevur hildið, vóru ikki komandi útyvir.

Umframt teir estetisku fyrimunirnir eru nógvir aðrir fyrimunir við styrkivenjing.

 

  • Beinagrind, vøddar, vøddafesti og liðbond styrkna
  • Styrkivenjing fyribyrgir lívstílssjúkum, t.d. sukursjúku
  • Liðførleikin verður nógv betri
  • Vandin fyri skaða minkar, og styrkivenjing er sera gagnlig í endurvenjing, bæði eftir smáskaða og stórskaða, umframt at viðføddir trupulleikar minka
  • Beinagrindin verður munandi meiri evnalig, tí hon styrknar
  • Brenningin verður størri, eisini fleiri tímar eftir at venjingin er liðug
  • Betri blóðrensl og sterkari hjarta. Fyribyrgir hjartasjúkum/trupulleikum
  • Betrar nervaskipanina, soleiðis at boð skjótari koma frá heilanum og allastaðni í kroppinum.
  • Tað “góða” (HDL) kolesterol-talið fer upp.

 

Styrkivenjing er ganglig fyri ØLL, ung og gomul. Og tað er ongantíð ov seint at byrja at venja.

Yndifitness hevur væl útbúnar fitness-instruktørar, ið fegnir hjálpa tær at koma á mál, hagar tú ætlar tær. Tað vita øll – eisini tú, ið drálar.

 

Bílegg eina venjingarætlan fyri kr. 100 ella bílegg sergjørda venjingarætlan fyri kr. 395 kr.