Skeiðið er fyri kvinnur, sum vilja koma fyri seg eftir føðing. Í byrjanini á skeiðinum verður serligur dentur lagdur á at arbeiða við teimum djúpu búk- og ryggvøddunum. Síðani arbeiða vit okkum út til teir størru vøddarnar. Stórur dentur verður lagdur á, at tað er kvalitetur í venjingini hjá hvørjum einstøkum luttakara. Kokubotnin hava vit fokus á undir allari venjingini. Vit hava lætta undirvísing í anatomiini av kokubotninum og fáa undirvísing í kropsburði, og hvussu vit lyfta rætt.
Tilberð at melda til skeiði 6 vikur eftir vaginlan barnsburð og 10 vikur eftir keisaraskurð.
Vant verður tvær ferðir um vikuna í 6 vikur. Mánadag og hósdag frá kl. 13:15 til 14:45. Undirvísingin er í dansisalinum í Yndi.
Undirvísari: Hallgerð Bjartalíð, fysioterapeutur
Tilmelda teg her